Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin
----
»Útreiðsluneutralt!«
Tað sigur Jørgen Niclasen - tvs. at tá ein landsstýrismaður kemur í úrtíð við einum dýrum uppskoti, so skal hann sjálvur finna pengarnar við at spara aðrastaðni innan fyri sítt egna øki.
Okkara góði Jørgen leggur so eitt uppskot fyri tingið um granskingarsáttmála við ES. Hetta kostar landskassanum 30 mió kr. yvir 4 ár. Tær fyrstu 7 longu í ár.
Men Jørgen ætlar sær ikki at betala, tí hetta um »útreiðsluneutralitet«, tað er ikki galdandi fyri Uttanríkisráðið. Tað er bara galdandi fyri øll hini. Hann eigur hetta dýrabæra uppskotið – men ikki fíggjarligu ábyrgdina. Tað er ókey, at »uttanríkisráðharrin« sleppur til borðs í Bruxelles. Men eftirsum Helena annars hevur við granskingina at gera, so má hon betala.
Tó tað gongur ikki. Hon kann ikki skera burtur úr fólkaskúlanum fyri at geva Jørgeni at flagga við!
So finnur Jørgen útav, at landskassin eigur ein ekstra kassa, sum partamaðurin og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum situr á. Fínt, heldur Jørgen, sparing og sparing, hvat er tað millum vinir - eg fái Jacob at betala hesar fyrstu 7 miljónirnar. Tann tíð, tann sorg við hinum 23 miljónunum.
Soleiðis blívir hetta »útreiðsluneutralt« á la Jørgen Niclasen.
Men mark skal vera fyri stuttleikanum, heldur Jørgen. Uppskotið hjá Helenu, um at vit mugu taka 300 næmingar eyka inn á miðnámsútbúgvingarnar - heldur enn at senda tey út í arbeiðsloysi í heyst ella ekspedera tey út av landinum - tað skal vera ordiliga »útreiðsluneutralt«!
Sjálvt um øll í landsstýrinum - við Kong Kaj á odda – svóru at gjalda fyri, at ungdómurin skuldi sleppa í skúla, so setir Jørgen nú knyklar í brýr, og krevur ordiligan »útreiðsluneutralitet« av Helenu: vil hon brúka pengar til eyka skúlapláss til tey ungu, so má hon betala tað sjálv. Tvs. inn í fólkaskúlan eftir pengunum!
Jørgen fær fría mikrofon at undirhalda við hesum í Kringvarpinum, fyrradagin í sjónvarpinum og í gjár í útvarpinum. Sum ein annar Jákup Veyhe, ja hann fær nógv betri tíð enn teir stuttligu minuttirnir hjá Jákupi fríggjamorgun!
Vit flenna eftir Jákupi. Men taka vit Jørgen í álvara? Er tað so lætt at fuppa fólk? Nei, ha?










