Jørgen Niclasen: Eg síggi ikki nógvar broytingar

Jørgen Niclasen sigur, at nýggja semjan líkist sera nógv tí uppskoti, ið samgongan áður hevur lagt fram

- Hetta líkist nógv tí upprunaliga uppskotinum og eg síggi ikki nógvar broytingar.

 

Tað sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, um semjuna í fiskivinnunýskipanini, sum samgongan hevur sent út. Jørgen Niclasen sigur, at eftir hansara meting, so er viljin hjá samgonguni enn at leggja seg eftir teimum, sum eru stórir og fáa teir at minka, so onnur kunnu koma inn.

 

Les eisini: Her er fiskivinnunýskipanin

 

Jørgen Niclasen fegnast tó um, at eftir øllum at døma eru fleiri langtíðarloyvir í skipanini nú, í mun til fyrr, men annars eru ikki nógvar broytingar at síggja.

 

- Uppskotið er ringast fyri heimaflotan. Har eru ongar broytingar gjørdar. Tað vil siga, at teir halda fast í kvotaskipanini, sum er ring fyri vinnuna og teir selja alt á uppboðssølu, sum fer uppum eitt mark, ið er ásett eftir ringum fiskiárum. Tað er at gera tað verri hjá teimum, sum longu hava tað ringt, sigur Jørgen Niclasen.