Jørgen afturvaldur sum floksmaður í Fólkaflokkinum Jørgen Niclasen bleiv í dag afturvaldur sum formaður í Fólkaflokkinum.
Tingbólkur, sum velur formannin, vísti Jørgen fullan stuðul at halda fram við sínum arbeiði. Einki mótvalevni var. Sambært viðtøkunum hjá Fólkaflokkinum skal formaðurin veljast á hvørjum ári, sigur flokkurin í tíðindaskrivi.
Jørgen Niclasen hevur leitt Fólkaflokkin í eitt ár og er nú afturvaldur fyri næsta árið.