Jørgen munnkurv

Tað plagdi ikki at líkjast Jørg­en Niclasen at vera so skor­in fyri tung­u­band­ið, sum hann var í gjár í mál­i­num um hækkingina í blokk­stuðl­i­num. Tað er beinleiðis brot á sam­gong­u­skjal­ið, um blokk­stuð­ul­in hækk­ar soleiðis, sum løg­mað­ur hevur avtalað við Helle Thorning-Schmidt.

Sum nevnt her á síð­uni er tað ein truplleiki hjá sam­­gong­uni, at tað bara er pol­itikkurin hjá Fólk­a­flokk­i­num, sum verður førdur. Tí hevur Jørgen Niclasen fyri­bils fingið munnkurv frá løg­manni – til samgongan hev­ur eft­ir­rat­i­o­n­a­li­ser­að sam­gong­u­skjalið so­leið­is, at hesar 9 mill­­­i­ó­n­­ir­­nar kortini ikki verða mótroknaðar í meir­i­nntøkunum lands­kass­ans. Tað er bara so, at Fólka­flokk­ur­in má slaka, skal samgonguni verða lív lagað.