Tað er eyðsæð, at løgmaður ikki longur vil hava sitandi á sær, at samgongan er ein parodi. Hann heldur ikki, at tað við nýggju játtanarskipanini í huga er optimalt, at ein flokkur ger sær til kotymu, at hann ikki skal vera við í semjuni um fíggjarkarmin.
Og sjálvandi ber tað ikki til. Hetta átti løgmaður at havt gjørt púra greitt fyri langari tíð síðani. Men at einasta loysn á slíkari kreppu er nýval – fyri at reinsa luftina, sum Jørgen Niclasen tók til, tað er at loypa uppum, har garðurin er lægstur.
Hetta minnir kanska eitt sindur um støðuna í 1996, tá Javnaðarflokkurin tók seg úr samgonguni hjá Edmundi Joensen – sannførdur um, at Edmund Joensen fór at skriva út nýval. Men tað gjørdi løgmaður ikki. Hann sendi boð eftir Fólkaflokkinum, og so varð nýggj samgonga skipað. Síðani hevur Fólkaflokkurin havt valdið í landsstýrinum - og havt fastatøkur ávikavist á Tjóðveldisflokkinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum. Tí er tað politikkurin hjá Fólkaflokkinum í eitt nú fiskivinnumálum, sum verður førdur.
Kaj Leo Johannesen vísti í Degi og Viku í gjárkvøldið á, at tað er ein møguleiki, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samstarva víðari í eini minnilutasamgongu. Hann nevndi fleiri stórmál, sum vilji er í løgtinginum at fáa ígjøgnum, eitt nú nýggjan kommunubygnað, tilfeingisskatt og fleiri stórar íløgur.
Tað hevði verið sera áhugavert at sæð konstruktivt politiskt arbeiði í løgtinginum, har Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin kundu samstarvað við ymsar flokkar um tey stóru málini. Sum gongdin er vorðin seinastu árini, so halda tingfólk tað vera stuttligari at spyrja landsstýrisfólk ymsar – mangan tápuligar – spurningar, sum landsumsitingin má brúka nógva arbeiðsorku at finna fram – ofta til onga nytta ella bert til at stinga onkrum skør.
Uttan iva eru fleiri av málum, sum liggja í tinginum, ið eitt nú Tjóðveldi kann fremja saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum. So er spurningurin bara, um valfepurin er ov høgur til at reka konstruktivan politikk.
Men løgmaður eigur at gera sær greitt, at ein stjórnarkreppa ikki treytaleyst nýtist at føra til nýval. Men hon kann føra til annað samstarv, sum kann fara at vísa seg nógv gagnligari.











