Jørgen Jørgensen 40 ár í Grønlandi

Hóast hann bert er 55 ár, hevur skiparin á grønlendska nýbygninginum Svend C, sum í hesum døgum er á Havnini, siglt heili 40 ár í Grønlandi.

Í apríl í ár verða 40 ár, síðan Jørgen Jørgensen byrjaði at sigla í Grønlandi. Hann var bert 15 ára gamal, tá hann mynstraði við Suðurvarða við Árna Dam sum reiðara.

 

Jørgen Jørgensen er í dag 55 ára gamal, og í apríl í ár verða 40 ár liðin, síðan hann fór umborð á Suðurvarða. Á viðheftu mynd síggjast (f.v.) Jørgen Jørgensen, skipari á Svend C, Maria í Akrabyrgi, stjóri í Faroe Agency og Árni Dam, konsul.

 

- Í allari mínari tíð á sjónum, havi eg bert siglt undir Føroyum í tilsamans 14 dagar. Tað var við Bresti fyri umleið 10 árum síðan, sigur hann. 

 

Jørgen Jørgensen hevur áður siglt fyri grønlendska reiðaríið Sikuaq Trawl í Nuuk í 10 ár, og síðan fór hann at sigla fyri reiðaríið aftur fyri umleið tveimum árum síðan og hevur verið har síðan.

 

- Svend C er smíðaður í Turkalandi. Hetta er kombineraður rækjutrolari og uppsjóvarskip. Skipið er 5000 brt, 83,5 metrar langur og 17 metrar breiður. Kostnaðurin er umleið 370 miljónir krónur.

 

Jørgen Jørgensen sigur, at størsta partin av árinum fara teir at fiska rækjur, og síðan verður tað sild og makrelur í einar tríggjar mánaðir seint á sumri og um heystið.