Tingbólkur Fólkafloksins hevur í gjár afturvalt Jørgen Niclasen til floksformann. Fólkaflokkurin velur formann á hvørjum ári, og tað er tingbólkurin, ið velur floksformannin.
Jørgen Niclasen bleiv formaður fyri flokkin í august 2007, og er síðan afturvaldur á hvørjum ári.
Hann sat fyrstu ferð á tingi í 1989, bert 20 ára gamal, og er framvegis tann ynskti nakrantíð at taka sæti á tingi. Síðan hevur hann verið virkin í føroyskum politikki. Hóast sín unga aldur, telist Jørgen Niclasen millum royndastu politikararnir her á landi.
Umframt formansessin er Jørgen uttanríkisráðharri og varaløgmaður.
Hann er giftur við Annelenu Vest, tey búgva í Sørvági og eiga tey trý børn - Lindu, Ásvør og Julian.