Starvsfólkini á stovninum fáa boðið annað starv og taka tey ikki av, so verða tey uppsøgd.
Sosialurin hevði í blaðnum leygadagin tann 14. februar viðtalu við ein av teimum avvarðandi á stovninum. Hesin varð, sum vera man, ógvuliga skelkaður av avgerðini um, at stovnurin skuldi lata aftur. Hetta er ikki bert ein stovnur, men eisini eitt heim fyri tey, sum búgva har. Hesi hava ikki havt møguleikan at koma við viðmerkingum til avgerðina, og starvsfólkini hava heldur ikki verið við í hesari tilgongdini. Soleiðis hevur demokratiska skipanin valt at arbeiða. Ongin má verða hoyrdur, og tað er ”tyss tyss” allan vegin ígjøgnum.
Tað kemur somuleiðis fram í greinini, at tað er eitt stórt afturstig at flyta hesi búfólkini, tí tey hava góðar, tryggar karmar at búgva og virka undir – og at fara og broyta uppá hesi grunnleggjandi viðurskiftini hjá búfólkunum kunnu eisini føra til stór afturstig fyri búfólkini.
Starvsfólkini, sum hava starvast á stovninum eru ikki tikin við upp á ráð, og hava staðiliga afturvíst hesi ætlan, men her hevur man so ikki valt at lurta eftir serkunnleikanum. Ótrúligt má sigast, tí man hevur upparbeitt ein serkunnleika á stovninum, tí hetta er tað einasta sambýlið, ið er ætlað fólki við Asbergar Syndrom.
Setunarsteðgur
Síðsta fríggjadag fingu 24 nýggir námsfrøðingar prógv á Føroya Læraraskúla. Stórur tørvur er á námsfrøðingum í Føroyum, so ein skuldi væntað, at tað ikki er nakar trupulleiki hjá hesum 24 at fáa starv. Men so er tíanverri ikki. Teir námsfrøðingar, sum hava ætlanir um at starvast innan Trivnaðartænastuna, fáa onki fast starv, tí setanarsteðgur er á økinum. Onki fast starv verður sett fyribils, so tað er lítið hugaligt at standa við einum góðum pappíri í hondini, sum skuldi givið atgongd til nógv størv innan námsfrøðiliga økið, og fáa at vita, at onki starv verður lyst leyst.
Samgongan hevur tosað um týdningin av einum góðum útbúgvingarverki. Vit hava upplivað, hvussu Setrið er viðfarið – og nú síggja vit so at fólk við útbúgving ikki kunnu fáa tey størv tey hava krav uppá. Hvat hendir við hesum fólkunum, vita vit ikki, men eg vænti ikki, at tey tíma at ganga arbeiðsleys her í Føroyum.