Sambært einum filmi, sum verður frumsýndur í fleiri londum kring heimin í kvøld, gongur jørðin til grundar um góð trý ár, og tí hevur filmurin fingið heitið ?2112?. Í filminum stoytir jørðin saman við planetina Nibira tann 21. desember í 2012 og gongur til grundar.
Men spádómurin í filminum fer ikki at ganga út. Tað sigur í hvussu er amerikanska rúmdarumsitingin NASA, sum uggar fólk við, at tað eringin planet, sum eitur Nibira.
Var planetin til, høvdu stjørnufrøðingar varnast hana fyri fleiri árum síðani, og í dag høvdu vit sæð hana við berum eygum, sigur NASA.










