FÓTBÓLTUR
Tá Krabbameinsfelagið leygarkvøldið 31. oktober skipaði fyri stóru landsinnsavningini, ið var send í bæði sjónvarpi og útvarpi, var ein partur av innsavningini ein uppboðssøla, har ein av vinningunum var frá Fótbóltssambandinum. Hetta var ein landsliðstroyggja, sum allir spælararnir og venjarin høvdu sett sítt navn á.
Millum teirra, ið bjóðaðu, var kendi vinnulívsmaðurin og reiðarin í Saltangará, Jónsvein Knudsen, og tá avtornaði, átti hann hægsta boðið upp á 35.000 krónur og vann troyggjuna. Harumframt fekk hann eina ferð fyri tveir persónar við A-landsliðnum til ein av útidystunum í komandi EM-undankappingini.
– Eg hevði longu eitt boð inni upp á troyggjuna, men tá eg so sá, at eg hevði møguleika at fáa hana, hækkaði eg boðið, og tað gav bonus. Frammanundan hevði eg sett mær fyri, at eg fegin vildi stuðla hesum góða endamáli og vera við til at hjálpa, men tá so ein slíkur vinningur kundi fáast burturúr, gjørdi tað ikki uppboðssøluna verri, sigur Jónsvein Knudsen, sum hevur stóran áhuga fyri ítrótti.
Fyrrapartin fríggjadagin var hann so í FSF-húsinum í Gundadali eftir vinninginum, sum hann fekk frá Jákup N. Olsen, formanni í Krabbameinsfelagnum, og Høgna í Stórustovu, forseta í Fótbóltssambandinum. Men har var ein eyka vinningur aftrat, sum var ein írska landsliðstroyggja, ið Brian Kerr, landsliðsvenjari, hevði fingið til vega.
Troyggjur á heiðursplássi
– Sjálvur hevði eg ikki roknað við, at hon eisini var signerað, so tað var eg sera glaður fyri. Ikki minst, nú írar blivu lumpaðir av fraklendingum mikukvøldið, so teir ikki sluppu við til HM-endaspælið í Suðurafrika, sigur Jónsvein, ið longu hevur gjørt av, hvar troyggjurnar báðar skulu fáa sítt pláss, tá tær fyrst eru blivnar vakurt innrammaðar.
– Tá NSÍ gjørdist føroyameistari í 2007, fekk eg frá felagnum eina troyggju, sum allir spælararnir høvdu sett sítt navn á. Nú eg havi fingið tvær slíkar troyggjur aftrat, fáa teir heiðurspláss undir liðini á NSÍ-troyggjuni, sum hongur á skrivstovu mínari.
Hvussu ferðin til ein av útidystunum við A-landsliðnum í komandi EM-undankappingini verður brúkt, er sjálvandi eitt sindur torført at siga nakað um, tí lutakastið verður ikki fyrr enn í februar, so enn vita vit ikki, hvørji mótstøðulondini verða. Men Jónsvein hevur tó sínar favorittar.
– Eitt lið, føroyingar ofta hava ynskt sær at komið í bólk saman við, er Ongland, sum vit jú kenna væl til í Føroyum, tí næstan hvørt mansbarn fylgir við enskum fótbólti. Men sjálvur plagi eg at halda við Hollandi, sum mær altíð hevur dámt øgiliga væl, so tað hevði nú heldur ikki verið so galið, sigur fegni troyggjueigarin í Saltangará.