Jónleif Sólsker nýggjur formaður

Nevndin í Seyðahundasambandi Føroya hevur skipað seg. Jónleif Sólsker er nýggjur formaður

 

Eyðstein Jensen var formaður áðrenn, men eftir ársaðalfundin fyrradagin, er hann ikki longur í nevndini.

Nevndin skipaði seg við Jónleifi Sólsker, sum formanni, Tummasi Jacobsen sum næstformanni, Hanusi Højgaard sum skrivara, Steinari Poulsen sum peningarøkli og Tinu Ziska sum nevndarlimi.

Tóki Berg Mikkelsen og Pol Falkvard eru tiltakslimir.