Jónina og Robin stóðu seg væl í NM

Føroyameistararnir í fitness luttóku í gjár í NM í fitness. Jónina Tegeder gjørdist nummar trý í sínum bólki, og Robin Jønsson bleiv nummar fýra.

 

Kappingin fór fram í Herning Kongrescenter í Jyllandi, og føroysku luttakararnir kláraðu seg væl, hóast tey ikki endaðu á einum fyrsta plássi.

 

Báðir teir føroysku luttakararnir settu persónlig met, og høvdu harvið enn betri tíðir enn til FM, sum var fyri einum lítlum mánaði síðani.

 

Stigtakarin til FM í fitness, Rune Petersen, hevur verið við í føroyska ferðalagnum, og hann letur væl at luttøkuni hjá Jóninu og Robin.

 

- Tey kláraðu seg væl. Hóast tey ikki vunnu NM, so settu tey persónlig met í styrki og rógving, sigur Rune Petersen. Sambært honum eru fyrstu fyrireikingarnar til næstu FM kappingina í fitness farnar í gongd.

 

- Til hesa NM kappingina hava vit fingið eina rúgvu av íblástri og sæð, hvussu ein slík kapping kann leggjast til rættis. Harafturat hava vit verið í sambandi við nógv ymisk fólk innan fitnessheimin, so eg kann garantera, at vit fáa eina spennandi kapping í Føroyum komandi ár, sigur Rune Petersen.

 

Næsta FM í fitness verður eftir ætlan í mai 2013.