Talan var um eina kraftiga stempling á ristina, sum sendi Jónhard Frederiksberg av vøllinum, tá tíggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki inni á Skála.
Eg veit ikki, hvussu álvarsligt hetta her. Eg fekk eina kraftiga stempling, og beint nú er pínan rættiliga ógvuslig. Men vónandi er hetta tó nakað, sum gongur hampuliga skjótt yvir, segði Jónhard eftir dystin.