LANDSLIÐIÐ
Nú er tað greitt, at eingin av teimum trimum útisetunum í íslendskum fótbólti verður við, tá ið fótbóltslandsliðið um eina viku skal spæla vinardyst ímóti Hollandi. Dysturin verður spældur í Sveis, har hollendska landsliðið verður á venjingarlegu.
Julian Johnsson hevði vónað, og ÍA hevði ikki verið avvísandi um, at tað kanska fór at bera til at útseta landskappingardystin, sum ÍA skal spæla týsdagin í næstu viku. Men eftir at Fram spælararnir Fróði Benjaminsen og Hans Fróði Hansen í síðstu viku góvu avboð, er tað nú greitt, at Julian Johnsson heldur ikki verður við, tá ið føroyska ferðalagið hvítusunnudag fer úr Føroyum og umvegis Kastrup og síðani til Sveis.
Landsliðsvenjarin, Henrik Larsen, var í Føroyum um vikuskiftið. Hann var í Vági og fylgdi við í hálvfinaluni millum VB og HB. Á vøllinum vóru tveir landsliðsspælarar - Símun Samuelsen hjá VB og Rógvi Jacobsen hjá HB.
Í gjár gjørdi Henrik Larsen av, at Jónhard Frederiksberg skal við til Sveis í staðin fyri Julian Johnsson. Harvið verður ein álopsspælari tikin við í staðin fyri ein miðvallara. Jónhard Frederiksberg hevur saman við hinum skálamonnunum verið sera væl upplagdur í fyrstu fýra umførunum í landskappingini.
Jónhard Frederiksberg er skrásettur fyri ein altjóða skrásettan landsdyst. Tað var 27. apríl í fjør, tá ið hann á Svangaskarði í 3-2 sigrinum ímóti Kasakstan loysti John Petersen av beinanvegin eftir steðgin.
Eftir at teir tríggir í Íslandi hava givið avboð, eru tað fimm spælarar, sum hesi seinastu árini hava verið fastir í landsliðsferðalagnum, ið ikki fara við til Sveis at spæla ímóti Hollandi. Umframt teir tríggjar er talan um Jón Róa Jacobsen og Christian Høgna Jacobsen. Teir eru báðir plágaðir at krossbandsskaða í knænum. Jón Rói er um at koma fyri seg aftur, meðan Christian Høgni ikki verður førur fyri at spæla fótbólt aftur fyrrenn eina ferð næsta vár.
Flyta fyri landsliðið
Útisetarnir í Fremad Amager eru ikki fastir menn á liðnum. Men teir verða av Henrik Larsen mettir at vera nóg væl fyri at spæla á landsliðnum. Tað er eingin trupulleiki at fáa teir við til Sveis.
Upprunaliga var skráin hjá Fremad Amager soleiðis, at teir 2. hvítusunnudag skuldi spæla á heimavølli ímóti Randers, sum er á veg í superliguna. Nú er hetta broytt. Dysturin í Sundby Idrætspark er fluttur til seinnapartin hvítusunnudag. Hann er fluttur ein dag fram, tí føroysku spælararnir hjá Fremad Amager skulu til Sveis við føroyska landsliðnum.
Eftir hæli
Undan ferðini til Sveis er føroyska landsliðið dottið eitt sindur niður á styrkislistanum hjá FIFA. Í apríl vóru Føroyar nummar 129. Nú eru Føroyar nummar 131.
Malta, sum Føroyar skulu spæla ímóti á heimavølli í august, er nummar 129. Tað er Malta saman við Palestina. Á styrkislistanum, sum FIFA almannakunngjørdi í apríl, vóru Føroyar og Palestina í felag nummar 129.
Danmark er ovasta norðurlendska landið. Danmark er nummar fjúrtan, Svøríki er nummar 21, Noreg nummar 36, Finnland 42 og Ísland er nummar 56. Tað er fýra pláss hægri, enn íslendingar vóru fyri einum mánað síðani.
Holland í toppinum
Mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum um eina viku er styrkismett rættuliga høgt. Holland er síðsta mánaðin flutt fýra pláss upp eftir stiganum.Nú eru teir á fjórða plássinum. Tað eru bara Brasil, Frakland og Spania, sum verða mett at eiga betri landslið enn Holland.
Hollendska landsliðið fer nú undir síðstu fyrireikingarnar til EM undankappingina. Spælararnir skulu møta í morgin. Leygardagin skulu teir spæla tann fyrsta av trimum landsdystum, áðrenn teir fara til Portugal. Fyrsti dysturin verður ímóti grannunum úr Belgia, og hann verður spældur í Eindhoven.
Eftir dystin ímóti Belgia fer hollendska landsliðið til Sveis, har teir týsdagin 1. juni skulu spæla ímóti Føroyum. Síðsta hondin verður løgd á hollendsku fyrireikingarnar til EM endaspælið, tá ið teir grundlógardag, 5. juni, skulu spæla ímóti Írlandi.










