Føroyski landsliðsbakkurin, Jónas Tór Næs, skrivaði um vikuskiftið undir sáttmála við Hvidovre, sum spælir í næst bestu donsku fótbóltsdeildini. Jákup í Stórustovu, umboðsmaður hjá Jónasi, váttar, at partarnir hava gjørt sáttmála, sum knýtir spælaran at felagnum restina av hesum kappingarárinum.