Blóðið rann úr munninum á Jónasi, tá hann í dystinum móti Svøríki bleiv sligin í andlitið. Til venjing sunnudagin var framvegis ein reyður plettur at síggja at vøllinum.
Høgri bakkurin sigur í samrøðu við Rás2, at hann er 100 prosent klárur til at spæla í kvøld, sjálvt um hann hevur fingið tvær pentir í yvirmunnin.
Hoyr eisini Jónas Tór Næs greiða frá, hvussu tað kendist tá blíva seymaður saman eftir dystin.
Dysturin millum Føroyar og Írland verður í kvøld klokkan 19.00 á Tórsvølli.










