Jónas í steypadysti

Danska 1. deildarfelagið Frem skal í kvøld spæla í donsku steypakappingini, og dysturin verður á útivølli ímóti Herfølge, sum eisini spælir í næstbestu donsku deildini.
Fleiri spælarar hjá Frem hava skaðar at dragast við, og tí er ivasamt, hvussu manningin verður til dystin í kvøld. Jónas Tór Næss er ein av teimum, sum ikki spældi seinast.
- Vit hava ein týdningarmiklan dyst ímóti Fremad Amager sunnudagin, so tað kann verða, at vit royna okkurt í steypadystinum í kvøld, sigur venjarin Anders Theil við heimasíðuna hjá Frem.- Vit vit fara sum altíð á vøllin fyri at vinna, men nú mugu vit síggja, hvørjir spælarar kunnu spæla í kvøld, sigur hann.