Jónas skoraði í Íslandi

Føroyski landsliðsspælarin pyntaði um støðuna fyri Val, sum tapti 2-1 á útivølli ímóti Fylkir.
Føroysku spælararnir í íslendskum fótbólti fingu einki burturúr, tá ið Valur í kvøld spældi grannauppgerðá útivølli ímóti Fylkir.
Jónas Þór Næs, Pól Jóhannes Justinussen og Christian R. Mouritsen vóru allir millum teir fyrstu ellivu hjá Vali.
Í hálvleikinum var 1-0 til Fylkir. Christian R. Mouritsen kom ikki á vøllin eftir steðgin, og tíggju minuttir eftir hvíldina varð Pól Jóhannes Justinussen skiftur út.
Tjúgu minuttir undan leikloki økti Fylkir um leiðsluna, og tað var ikki fyrrenn í evstu løtu, at Valur minkaði um munin til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Málskjútti hjá Vali var Jónas Þór Næs, sum spældi allan dystin á tamb.
Valur hevur seks stig fyri fýra dystir. Føroysku spælararnir og liðfelagarnir løgdu bragdliga fyri við tveimum sigrum, men síðani hava teir tapt tvær ferðir.