Jónas roynir seg í AB

Jónas Tór Næs roynir eftir eina longri tilveru í Frem eydnuna í Akademisk Fodbold, sum vit kenna sum AB.

Jónas Tór Næs fór sum bert 16 ára gamal við Gunnari Nielsen, Emil Leivsson og Boga Hermansen til Danmarkar á skúla, har teir eisini komu at leika við unglingunum hjá Frem í Valby. Nú er bert Gunnar Nielsen eftir í felagnum, og allir eru hinir farnir hvør sína leið. Tann nú 20 ára gamli Jónas er nú í AB í Galdsaxe, har hann hevur munnligan sáttmála til í summar.

Takkaði nei til Frem
Eftir longu tilveru sína í BK Frem, takkaði Jónas nei til tann sáttmálan, ið hann fekk lagdan á borðið frá felagnum í fjørsummar.
- Sáttmálin var ikki eins góður og tann, sum eg hevði, so eg valdi at takka nei, sigur Jónas.
Her eftir fór Jónas at leita sær eftir nýggjum felagi, og her vóru AB áhugaðir í føroyinginum.
- Eg havi ikki sáttmála við felagið, men við einari munnligari avtalu skal eg spæla í felagnum til í summar, tá teir meta um støðuna viðvíkjandi sáttmála, sigur Jónas.

Hevur síni mál
Fyri einum ári síðani hevði hann bitið seg fastan á høgra bakki hjá Frem, og tá hevði hann stundir at hugsa um at røkka landsliðnum. Eftir at hann vrakaði sáttmálan hjá Frem, varð hann sendur út í kuldan og spældi so at siga einki við eftir tað.
Nú stríðist Jónas við at bíta seg fastan á liðið hjá AB, og nú eru nýggj mál á skránni.
- Fyrsta mál er sjálvandi at kom á liðið. Eg havi ikki landsliðsmál longur í huganum, men sjálvandi hevði eg tikið av, um tað stóð mær í boði, sigur Jónas Tór Næs.