Jónas og teir hanga í

Fremad Amager, sum hevur før­oyska landsliðsleikaran Jónas Tór Næs í hópinum, tapti um vikuskiftið 0-1 á heimavølli ímóti HIK og er nú í 2. division øst á einum 6. plássi, sum minn­ir um ongamannaland. Tað eru góð 20 stig upp til HIK og Hvidovre, sum langtsíðani eru strokin avstað frá øllum hin­um lið­unum. Kappingin í miðjuni og í botninum er ógvu­liga tøtt. Hóast Fremad Amager er nummar seks av teim­um 16 liðunum, so eru teir bara seks stig omanfyri niður­flytingarstrikuni.
Elite 3000, sum hevur Daniel Udsen í hópinum, siglir hin­vegin tyngri sjógv og er bara tvey stig frá niðurflytingini.
Enn eru átta dystir eftir at leika í 2. division øst.