Í gjár vitjaði SønderjyskE í Køge, har Jónas Þór Næs er fastur høgri vongverji. Um SønderjyskE hevði vunnið, so høvdu suðurjydarnir tryggjað sær uppflyting í superliguna. Køge er í tungum sjógvi, og tí høvdu venjarin, Henrik Larsen, og spælararnir brúk fyri øllum tí, sum teir kundu vinna. Og tað eydnaðist Køge at fáa eitt stig burturúr. Úrslitið var 1-1. Køge hevur 31 stig og er trý umfør undan kappingarenda trý stig frá niðurflytingarplássi.