Fleiri av føroysku hondbóltsútisetunum spældu týdningarmiklar dystir í kvøld.
Áki Egilsnes í íslendska KA spældi móti Vali U, og kundi um væl hepnaðist í øðrum dysti, leggja seg á fremsta plássi í grundspælinum.
Tað eydnaðist Áka og liðfeløgunum at vinna 26-22, men eftirsum at kappingarneytarnir úr Akureyri vunnu sín dyst, verða KA verandi á øðrum plássi. Teir hava tó framvegis goðan møguleika at røkka uppflyting.
Hetta var hin seinasti dysturin hjá Áka og KA í grundspælinum og teir skulu nú undir endaspælið um uppflyting.
Í Danmark vóru liðini hjá Nicklas Selvig, Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal í eldinum.
Nicklas og hinir í TMS Ringsted hava mest sum tryggjað fremsta plássi og uppflytingina, og teir vunnu eisini greiðan 37-27 sigur móti Team Sydhavsøerne, hóast Nicklas ikki var við í dag.
Helgi og Odder mistu í uppflytingarstríðnum
Í dystinum hjá Helga og liðfeløgunum í Odder, snúði tað seg um at vinna á triðfremsta liðnum, Lemvig Thyborøn. Um tað eydnaðist Odder at basa Lemvig, so var kappingin um triða plássið, ið gevur møguleika at spæla um uppflyting, púra opin aftur.
Men so var ikki. Hóast Odder vóru á odda 26-22 tá ið tíggju minuttir vóru eftir at leika, so megnaðu Lemvig Thyborøn at vinna dystin 31-33.
Helgi fekk tvey mál í dystinum, men tað er helst lítil uggi, nú liðið tykist at endaliga hava mist kappingina um uppflyting
Jónas dagsins leikari í týdningarmiklum sigri
Hjá Jónasi og HØJ gekk frægari. Teir vunnu tvey týdningarmikil stig í botnstríðnum, og hava nú trý stig niður til vandaplássini undir strikuni.
Dysturin var móti Ajax København og HØJ løgdu seg tíðliga á odda við tveimum og trimum málum. Tað eydnaðist Ajax at hótta leiðsluna í løtum, men HØJ megnaðu at verja borg og vunnu at enda við 30-27.
Hetta úrslitið var í stóran mun Jónasi at takka, tí hann fekk sjálvur fýra mál í týdningarmikla dystinum, og var eisini valdur til dagsins leikara.
Ein fegin Jónas segði í viðmerking eftir dystin at hetta var ein hart tiltrongdur sigur, og var sum vera mann sera nøgdur við sítt egna avrik.