Jónas G. Djurhuus sum fer til Stavanger í Rogalandi í Noregi at spæla hondbólt í næstbestu norsku hondbóltsdeildini í komandi viku stóð aftur fyri einum góðum landsliðsavriki, tá Føroyar í kvøld vunnu sera sannførandi 37-22 (18-11) á Grønlandi í høllini á Hálsi.
Jónas G. Djurhuus skoraði sjey mál, og legði upp til fleiri onnur mál, og hevði eitt framúr gott avrik.
Fyri Jónas G. Djurhuus sjálvan var tað týdningarmikið, at liðið fekk revansjerað seg aftaná stórtapið ímóti Danmark í EM-undankappingini. Jónas leggur tó eina við, at tað er týdningarmikið, at Føroyar aftur avrika væl ímóti Grønlandi í høllini í Vestmanna í morgin klokkan 17. Sjúrður H. Hoydal sigur frá dystinum á FM1, ið øll hoyra á www.midlar.fo.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Jónas G. Djurhuus aftaná dystin ímóti Grønlandi.