Tríggir føroyskir hondbóltsútisetar hava verið í dysti í næstbestu deildini í Danmark í dag. Jónas Gunnarson Djurhuus gjørdi bart, og bleiv valdur til dagsins spælara, tá Høj vann 32-27 á Otterup.
U21 landsliðsspælskiparin frá HM endaspælinum í Algeria spældi 45 minuttir og skoraði trý mál. Eftir dystin bleiv hann valdur til dagsins spælara á vøllinum. Sostatt tykist hoyvíkingurin hava funnið stevið í nýggja felagnum.
Eisini Fríði Weyhe og Peter Krogh, sum umboðar føroyska landsliðið í hondbólti, hava verið í dysti móti hvørjum øðrum í kvøld. Her vunnu Frederikshavn FI og Fríði Weyhe 32-25 á Peter Krogh og Skive FH.










