B36 hevur í tíðindaskrivi í kvøld boðað frá, at landsliðsspælarin Jónas Þór Næs tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum fer at spæla við B36.
Jónas spældi síni barna- og ungdómsár við B36. Seinni hevur hann umboðað NSÍ, og í Danmark hevur hann roynt seg í AB og Frem.
Jónas er fastur høgri vongverji á landsliðnum, og tí kann ikki sigast annað, enn at B36 hevur fingið stóran styrk.
Fyri tveimum vikum síðani skrivaði B36 sáttmála við norska Stig Roar Søbstad, sum higartil hevur verið í AB álopinum.
Ólavsøkudag klokkan 16 fara B36 og Jónas Þór Næs og Stig Roar Søbstad at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti Víkingi.
Við heimasíðuna hjá B36, b36.fo, sigur Kristjan á Neystabø, formaður í B36 soleiðis:
- Við hesum báðum góðu og evnaríku leikarunum, so haldi eg vit hava styrkt um okkara besta lið. Stig er ein sterkur miðframherji, sum vit hava manglað í ár, sigur Kristjan, sum leggur afturat, at málið hjá B36 í ár framhaldandi er at vera millum trý tey bestu liðini, tá kappingin er av. Harvið hevur liðið eisini kvalifiserað seg at koma út í Evropa komandi kappingarár.
- Tað fara vit at stríðast fyri, og eg haldi eisini vit hava liðið til tað.