Jónas aftur á vøllinum

Føroyski fótbóltsspælarin Jónas Tór Næs spældi aftur við Frem í gjár. Jónas var eitt skifti fastur maður á liðnum, men eftir at hann hevði takka nei til nýggjan sáttmála við felagið, var hann settur av liðnum, og seinastu mánaðirnar hevur hann als ikki verið í nánd av besta liðnum hjá Frem. Í gjár fekk Jónas so aftur kjansin, og hann spældi seinasta hálva tíman av dystinum ímóti Ølstykke, sum Frem tapti 3-1. Gunnar Nielsen, sum er eykamálmaður, sat á beinkinum allar 90 minuttirnar.