Jónas aftur til Íslands

Fótbóltur: Føroyski landsliðsleikarin, Jónas Tór Næs, sum fyrstu hálvu í ár hevur spælt við Fremad Amager í Danmark, fer nú aftur til Íslands at spæla fótbólt.

Hann hevur nevniliga skrivað sáttmála við felagið Valur í Reykjavík, har hann eisini spældi síðsta kappingarár.
Í Vali fegnast tey um at hava fingið stinna høgra bakkin í sín hóp aftur, og á heimasíðuni nevna tey hann sum ein av bestu leikarunum í deildini.
Valur liggur í verandi løtu á níggjunda plássi við 12 stigum fyri 10 dystir. Hetta er bara fýra stig frá niðurflyting.