Jóna Rasmussen í Galerie Focus

Fríggjadagin 29. oktober kl. 16 til 18 byrjar seinasta framsýningin í ár í Galerie Focus í Havn.

Hesuferð er tað Jóna Rasmussen ið sýnir fram grafik og málningar.

Í myndunum hjá Jónu er symbolikkur, formurin er akkurátur og einfaldur.

Myndirnar eru sjónliga mettaðar av uppliving, tí hóast myndevni og tema er einfalt og konkret, er framburðarhátturin og myndamálið musiskt, lyriskt og abstrakt fyri nettup at fáa upplivingina, intuitiónina og kensluna fram.

Framsýningin verður opin til 12. november, týsdag til fríggjadag kl. 14 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.