Jóna listaframsýning í Mentamálaráðnum

Tíðindaskriv

Í dag 4. apríl kl. 15, letur listaframsýning við grafikkmyndum hjá Jónu Rasmussen listakvinnu upp í Mentamálaráðnum, Hoyvíksvegi 72, Tórshavn. Listaframsýningin, ið ber heitið "Í kvirruni", er opin upplatingardagin til kl. 18.00.

Eftir hetta verður framsýningin opin mánadag-hósdag kl. 8-16 og fríggjadag kl. 8-15.30 fram til 30. juni í ár.

Til upplatingina spæla Jens Christian Guttesen á cello og Ólavur Jacobsen á gittara, høvi verður at hitta listakvinnuna og fáa ein kaffimunn.

Upplatingin er almenn, og øll eru vælkomin.