Jóna er nú leiðari í Hósvík

Dagstovnurin í Hósvík hevur fingið nýggjan leiðara, og nýggi leiðarin býr í Hoyvík.

 

Á býráðsfundi hin 31. august samtykti býráðið í Sunda kommunu at seta Jónu Guttesen í starvið sum leiðara á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík.

Jóna Guttesen, sum býr í Hoyvík, hevur drúgvar royndir sum námsfrøðingur og dagstovnaleiðari.

Í Sunda kommunu, har hennara starv nú verður, ynskja tey Jónu Guttesen hjartaliga tillukku og vælkomnari í starv.