Jón við nýggjum yrkingarsavni

»Deyðin er allastaðni nú á døgum«.

Soleiðis eitur fyrsta yrkingarsavnið hjá Nikklas-Jón Ellendersen, sum verður at finna í bókhandlum og sølubúðum í morgin.

N-Jón hevur annars verið virkin innan yrking í mong ár, og longu í byrjanini av 1970-unum kom hansara fyrsta yrking á prent í 14. september. Umframt at skriva yrkingar, hevur N-Jón skrivað ella týtt tekstir til hópin af føroyskum sangum, bæði verðsligir og andaligir, hetta bæði á føroyskum, enskum, donskum og svenskum.

Innihaldið í »Deyðin er allastaðni ú á døgum« er breitt, men eru nøkur gjøgnugangandi høvuðstema sum til dømis happing, kynsligur ágangur og um Miðeystur, har N-Jón serliga leggur dent á rættin hjá palestinum til at kunna kalla seg eitt fólk í egnum landi. Samstundis viðgerð hann sjálvt kríggið og sjálvmorðsatsóknirnar við teimum ræðuligu fylgjum hesar kunnu hava fyri tey óseku á báðum síðum. Vápnaídnaðurin fær eisini ein undir vangan.

Permuna hevur estiska listakvinnan, Josh Merle Tootsi prýtt og er bóklingurin annars prýddur við tekningum hjá Josh og onkra hjá rithøvundanum sjálvum, men tað mest áhugaverda er, at miðvingurin, Høgni Lydersen, sum tá var einans 10 ára gamalur, hevur tvær tekningar, eina inni í savninum og so hana av teimum smáu monnunum, sum halda høvuðsmyndini á permuni uppi. Høgni var 10 ára gamal tá hann gjørdi tekningina.

Sum eitt lítið eksperiment eru tvær yrkingar, sum eru næstan púra identiskar, við einum lítlum fráviki og hvør sínum heiti. Ætlanin er at vísa á, at "teir skeggvaksnu menninir" sum fremja yvirgang móti smágentum í Miðeystri, ikki eru so øðrvísi enn teir, sum fremja yvirgang móti smágentum her á okkara leiðum. Hesar báðar hava heitini: Óræddar smágentur og Teir ræðast smágentur.

Yrkingasavnið kostar 120 krónur og ferð helvtin av inntøkuni av savninum til KRIS. Ætlanin hevur verið at latið peningin til “Í menniskjum góður tokki”, men ístaðin hevur forlagið latið eina eingangs upphædd, tí tíðin gjørdist so knøpp.

Tað er dansk/finsk/føroyska forlagið EXILE, sum gevur bókina út. Bókin er prentað á Scandinavian Book A/S Aarhus N í Danmørk.