Jón tekur kjansin

- Ja, hetta er kanska eitt sindur svakt, men nú royni eg. Innflutningsloyvið er komið uppá pláss, og eg sleppi í Barentshavið og til Svalbard at fiska rækju.

Tað sigur Jón Nolsøe Olsen, sum hevur keypt ein rækjutrolara úr Íslandi.

Trolarin er 60 metrar langur, 13 metrar breiður og lastar umleið 400 tons av rækju. Hann er bygdur í Norra í 1986, men er í løtuni heimahoyrandi í Íslandi, og ber navnið Gandi.

Sambært nýggja reiðaranum er skipið í góðum standi, hevur nýggjan motor og nýggja fabrikk umborð.

Trolarin, ið ætlandi skal hava nýtt navn, skal fiska burtur av føroysku rækjukvotuni í Barentshavinum og við Svalbard.

- Tað er tað, ið eg havi at halda meg til. Sjálvandi kann eg vóna at sleppa upp í part í vaksandi uppsjóvarvinnuni, eins og flestu aðrir. Men í løtuni havi eg rækjukvotuna at dúva uppá, sigur Jón Nolsøe Olsen.

Skipið er sambært Jón Nolsøe Olsen soleiðis innrættað, at tað er væl egnað til makrelfiskiskap, skuldi tað blivið aktuelt.

Hann ynskir ikki at upplýsa keypsprís, og tí ei heldur, hvat skipið skal fiska fyri, fyri at tað melur runt fíggjarliga.

Skipið kemur á Fuglafjørð um tvær vikur. Smærri ábøtur skulu gerast á skipið, áðrenn tað fer til fiskiskap, væntandi innan ein mánað.

Umleið 15 mans vera við skipinum. Og reiðarin ætlar sær sjálvur á brúnna.

- Ja, eg ætli sjálvur at vera skipari, sigur Jón Nolsøe Olsen.