Fyri viku síðani var tað Bill McLoud Jacobsen, sum stóð á odda fyri B68, tá hesir sendu KÍ heim við ongum, og nú botnbrak verður í Klaksvík, er tað aftur ein klaksvíkingur, sum stendur við stýrisvølin hjá mótstøðuliðnum.
Tað verður nevnliga Jón Simonsen, sum stendur á odda fyri ÍF í morgin. Tað Jón vandi fuglfirðingar í fjør, og hann skuldi ætlandi vera venjari hjá liðnum í ár. Men av privatum ávum mátti hann siga hetta frá sær, longu áðrenn kappingin byrjaði.
Beint nú liggur tó fyri hjá Jón at geva ÍF eina hjálpandi hond. Albert Ellefsen, sum í heyst hevur tikið við starvinum, er nevnliga burturstaddur við U19-landsliðnum, og tí er neyðugt við nýggjum manni á beinkinum.