Jón skal lyfta TB

Nýggi venjarin sigur, at fyrst og fremst skal meira vilji í spælið, men tað verður ikki lætt móti NSÍ, sum framvegis roynir at spæla sín møguleika

Upptakt

TB framdi í vikuni sítt næsta venjaraskifti, tá Jón og Óli Johannesen tóku við ábyrgdini, eftir at Lynge Nielsen helt seg hava staðfest, at hann ikki megnaði at seta leikararnar nóg væl upp til seinastu dystirnar.
Nýggjur venjari er Jón Johannesen, og saman við beiggjanum, Óla, skal hann nú royna at lyfta TB av aftur niðasta sessinum.
Men tað er eingin løtt uppgáva, og hetta ásannaði nýggir venjarin eisini alt fyri eitt, tá vit hittu hann á máli hóskvøldið.
- Tað, sum vit fyrst og fremst hava lagt okkum eftir, er at fáa spæligleðina fram aftur í leikararnar. Tað verður sjálvandi ikki lætt, nú tað hevur gingið somikið illa, men gleðin og viljin skulu til, um vit skulu hava nakran møguleika. Hinvegin veit eg væl, at tað verður sera trupult móti NSÍ, sum hevur sítt at stríðast fyri, men tað kunnu vit so ikki hugsa um. Vit skulu spæla okkara møguleika. Og hvussu dysturin sunnudagin so endar, so hava vit helst enn ein sera týðandi dyst annað vikuskifti á Skála, so tað ræður um ikki at missa mótið.
- Tað haldi eg heldur ikki, at leikararnir hava gjørt heilt. Sjálvandi hevur ringa gongdin merkt liðið, men eg haldi tað hevur gingið rætta vegin undir venjing, sigur Jón, sum framvegis ætlar sær at vera partur av liðnum.
Í mun til seinasta dyst verður nakað av útskifting á TB-liðnum, tí Sasha fekk leikbann tað ferðina, og hartil tykist greitt, at Milan Cimburovic heldur ikki verður tøkur. Hinvegin verður Dan Mortensen aftur á miðvøllinum, eins og Nebosja Urtajl eisini verður við, so alt í alt man tann kabalin ganga so nøkunlunda upp. So er spurningurin bert, hvussu Jón fer at blanda kortini, og um hetta so fer at rigga betri hjá undanmonnum hansara.

Jagstra gullið
Í Runavík ásanna tey, at tapið fyri HB seinasta vikuskifti helst var ein sera dyggur smeitur í gullstríðnum, men fyri tað tykjast teir ikki hava ætlanir um at seta ferðina niður.
- Tað ringasta, sum kann henda fyri okkum, vildi verið, um HB gerst meistari við 38 stigum, og vit bert hava 37. Vit kunnu røkka 39 stigum, og gera vit tað, so hava vit í øllum førum gjørt okkara, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað røkkur.
Soleiðis sigur ein av leikarunum hjá NSÍ, Helgi L. PEtersen.
Sjálvur verður Helgi tó ikki við sunnudagin. Hann hevur leikbann eftir enn eitt gult kort, men hann ætlar sær so avgjørt at vera til staðar á Sevnmýru kortini. Umframt Helga, er ivasamt, hvørt Ulrik Balling fer at vera tøkur. Lærkrikin, sum helt honum uttanfyri móti HB, argar framvegis, men hann hevur runnið nakað hesa vikuna, so vónirnar eru ikki heilt ongar fyri, at hann kortini fer at spæla.