Jón Rói við móti Getafe

Einki er at ivast í, at sponsku gestirnir eru favorittar, men í AaB vóna tey tó, at tað ber til at fáa stig burtur úr dystinum. Og hetta skal millum annað gerast við at spæla tað, sum onkur kanska vil kalla primitivan kontrafótbólt, har dentur verður lagdur á verjupartin og langar sendingar niðan til álopið.

Erik Hamrén, venjari, hevur gjørt av, hvørjar 18 spælarar hann vil hava við sær til avbjóðingina, og millum hesar er føroyski Jón Rói Jacobsen.

Dysturin hjá AaB verður vístur á 3+, sum byrjar at senda klokkan 19.30.