Útiseti
Hóst Jón Rói Jacobsen ikki hevur fingið ta nógvu spælitíðini hjá nú fyrrverandi donsku meistarunum í Brøndby, so bendir nógv á, at leiguavtalan millum Brøndby og HB verður longd. Upprunaliga gekk avtalan fram til summarsteðgin, men hóast trupulleikar við at koma á liðið, og hóast Brøndby nú styrkir enn meira um verjupartin, so bendir alt á, at samstarvið verður longt.
Sjálvur hevur Jón Rói sagt, at hann undir øllum umstøðum ætlar sær at halda fram við yrkisfótbóltinum í Danmark, og sambært danska Ekstra-Blaðnum, so verður hetta altso framvegis í Brøndby. Sunnudagin skrivar blaðið, at Brøndby og Jón Rói eru komin ásamt um at leingja sáttmálan, og at tað bert restar at fáa undirskriftirnar á pappír, áðrenn hetta verður staðfest.
Jón Rói er í løtuni heima í Føroyum, og ætlandi verður so nýggj avtala skrivað, tá hann kemur aftur til Brøndby.