Longu tá 8 minuttir vóru farnir av dystinum millum Brabrand og AaB í 2. deild vestur, var Jón Rói Jacobsen so óheppin, at hann fekk opið sár í hárbotnin. Skaðin var so mikið álvarssamur, at Jón Rói var noyddur at fara av vøllinum beinavegin. Dysturin endaði við, at Brabrand vann 2-1 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Hetta var triðja ferðin á rað, sum eykamennirnir hjá AaB taptu í 2. deild vestur.