Jón Rói og Jann Ingi eru nú lyklaspælarar

Henrik Larsen staðfesti, at hetta ikki heilt hevði tikið seg upp, sum hann hevði vónað, men hann vildi heldur rósa mótstøðumonnunum enn at seta niður á sínar egnu

FØRPOYSKI VENJARIN
Jóannes Hansen
Hóast hann ikki hevur verið landsliðsvenjari í meiri enn eitt gott ár, so hevur Henrik Larsen longu ofta sitið á tíðindafundum og iðra seg um, at stigið og eina ferðina stigini í síðstu løtu hvurvu sum døgg fyri sól.

Henda leiklutin hevði hann ikki mikukvøldið. Hóast tað í fjórðu royndini ímóti Litava fyri fyrstu ferð eydnaðist at skjóta mál, so var einki ivamál um, at mótstøðuliðið var greitt omaná, og tað ásannaði Henrik Larsen eisini:
? Teir kroystu okkum so mikið nógv, at vit í stórum pørtum av tíðini ikki høvdu møguleikar at gerast so mikið leysir, at vit kundu vísa okkara spæl. Vit høvdu valt at leggja rættuliga álopssinnað fyri, og Fróði Benjaminsen hevði risa møguleika at leggja okkum á odda. Tíverri miseydnaðist tað, og nú kunnu vit altíð meta um, hvussu tað hevði tikið seg upp, um vit vóru komnir framum. Í altjóða fótbólti ræður um at taka av, tá ið møguleikin er har, segði Henrik Larsen, og vísti í tí sambandinum á stóra munin millum føroyska og litaviska liðið:

? Tá ið teir fáa fyrsta málið, kemur tað burturúr ongum. Tveir av okkara eru so óhepnir at teir renna inn í hvønn annan. Tað ber møguleika til teir við sær, og teir eru skjótir at takka fyri. Aftaná tað spældu teir okkum í longum løtum sundur og saman, segði venjarin, sum samstundis ásannaði, at tað var langt frá einum og upp til tey sjey stigini, sum hann miðjaði eftir, tá ið hann gjørdist venjari, og sum ikki tóktust so veruleikafjar, tá ið Føroyar í fyrstu avbjóðingini megnaðu 2?2 ímóti Skotlandi.
Gott treysti
Tá ið prátið gjørdist meiri afturlítandi og eisini kom inn á útlitini í HM undankappingini, sum stendur fyri framman, var venjarin, sum hann altíð tykist vera tað, bjartskygdur:
? Hóast tað ikki sást so nógv til tað í dag, so haldi eg, at fótbóltsspælið hjá okkum er batnað munandi. Tað er eisini gleðiligt at staðfesta, at fleiri av nýggju monnunum, sum hava fingið møguleikan, rættuliga hava bitið seg fastar. 20 ára gamli Jón Rói Jacobsen hevur í allari kappingini verið millum størstu álitini. Og í ár hevur spælið hjá bara nítjan ára gamla Jann Inga Petersen borið boð um, at tað eru allar orsøkir at rokna við honum sum álitismanni nógvu tey næstu árini.
 Hevur tú frætt frá nøkrum spælara, sum ætlar sær at gevast?
 ? Tað hevur eingin grett eitt orð um tað, nei.
 Hvørjum tjóðum hevði tú helst viljað komið í bólk við í HM undankappingini?
? Eg hevði einki havt ímóti, um vit komu í júst sama bólk, sum vit hava verið í  hesa ferð. Eg vóni, at lutakastið fer at laga tað soleiðis, at vit sleppa undan ov nógvum ferðum eystureftir. Tað hevði verið ógvuliga keðiligt.

Og Danmark?
? Eg havi avgjørt einki ímóti at sleppa undan at spæla ímóti Danmark.