Jón Rói livir í óvissuni

Tað ganga nakrir dagar, áðrenn Jón Rói Jacobsen veit hvussu støðan er við knænum, sum hann aftur hevur fingið skaða í. Í ringasta føri kann verða neyðugt við nýggjari skurðviðgerð í knænum

Jón Rói Jacobsen bíðar í løtuni eftir at fáa endaliga at vita, hvussu álvarsamur skaðin í knænum hjá honum er. Undir venjing í síðstu viku skeiklaðist knæið, og síðani hevur tað verið so hovið, at tað ikki hevur borið til at kanna tað neyvt.
- Eg bíði nú eftir at hevilsi leggur seg, og so fara vit at testa stabilitetin í knænum. Tað gera vit við venjingum her í AaB, og í næstu viku hava vit fingið eina tíð hjá einum skurðlækna í Randers, sum eisini skal kanna knæið, sigur Jón Rói Jacobsen
- Beint nú veit eg ikki, um tað er ein minni skaði, ella um tað kann enda við einari nýggjari skurðviðgerð. Eg vóni tað besta, men eg má bíða eftir endaligum boðum, sigur hann.
 
Regluligir knæskaðar
Í løtuni er eingin grundaður illgruni um, at krossbandið í knænum er farið, men skaðin er í sama knæið, sum Jón Rói hevði álvarsaman skaða í, og sum hann eisini hevði ein minni skaða í fyrr í ár.
- Um eg kann rokna við at fáa reguligar skaða í hetta knæið, tí tað kanska ikki er nóg stabilt, so kann tað gerast neyðugt við nýggjari skurðviðgerð, men nú fáa vit at síggja, sigur Jón Rói.
Kanningarnar undir venjing síðst í hesi vikuna og hjá skurðlæknanum í Randers í næstu viku, skulu millum annað gera av, um stabiliteturin í knænum er í lagi, og um Jón Rói skal halda fram við at venja og spæla, ella um hann skal leggjast undir skurð.
Í løtuni er tað ikki sannlíkt, at Jón Rói spælir við í landsdystinum hjá Føroyum ímóti Póllandi um slakar tvær vikur.