Jón Rói Jacobsen var aftur at síggja á superligaliðnum hjá AaB í gjár. Jón Rói kom á vøllin seinastu minuttirnar av dystinum ímóti Viborg, tá ið AaB skuldi verja 1-0 leiðsluna. Viborg royndi at trýsta, men Jón Rói og teir hildu standa, og teir vunnu dystin 1-0. AaB er nú 9 stig frammanfyri næstfremsta liðið í superliguni, men FCK, sum spælir í kvøld, kann koma eitt stig nærri enn hini liðini, um teir vinna sín dyst.