Hagtøl
Komandi dagarnar skal landslið okkara spæla tveir týdningamilkir HM-undankappingadystir á heimavølli. Ímóti Sveis og Jugoslavia. Í hesum sambandi hava vit gjørt eina uppgerð yvir høgtøl og met av ymsum slag, sum landsliðið og einstakir landsliðsleikarar hava sett ígjøgnum tey 12 árini, føroyska landsliðið hevur verið uppi í altjóða fótbólti.
Nøkur met kunnu verða sligin longu í morgin. Spennandi er til dømis at vita, um debutanturin Jón Rói Jacobsen sleppur í dyst ímóti antin Sveis ella Jugoslavia og harvið gerast yngsti føroyski landsliðsleikarin nakrantíð. Jón Rói er føddur tann 7.apríl 1983, og verður 18 ár, 1 mánað og 25 dagar gamal leygardagin, tá føroyingar taka ímóti sveisarum.
Yngsti landsliðsleikarin hjá Føroyum hevur í næstan tíggju ár verið John Ryan (føddur Hansen). Klaksvíkingurin er føddur tann 16.mars 1974, og leikti fyrsta av sínum trimum landsdystum tann 5.august 1992 á Svangaskarði (javnleikur 1-1 ímóti Ísrael). John var tá 18 ár, 4 mánaðir og 19 dagar gamal, næstan tríggar mánaðir eldri, enn Jón Rói Jacobsen er nú.
Um so er, at ungi havnarmaðurin ikki fær møguleika í juni, kann hann framvegis ?yvirhála? John Ryan í útidystinum ímóti Jugoslavia tann 15.august. Og hvør veit,, kanska skorar Jón Rói í onkrum landsdysti í ár, soleiðis at hann gerst yngsti málskjútti okkara. Higartil hevur Allan Mørkøre hetta metið, og er tað sjálvandi minniliga 1-1 málið í gomlu Ítróttaparkini, sum sipað verður til.
Vit kunnu nevna fleiri aðrar aktuellar spurningar í sambandi við hagtøl, sum eru spennandi at vita hjá bæði leikarunum og teimum, sum fylgja við føroyska fótbóltslandsliðnum. T.d. hava vit nú møguleikan at fáa tíggjunda altjóða sigurin, fyrsti sigurin á Tórsvølli bíðar enn, Milosivic kann gerast besti málskjútti móti Føroyum, Uni Arge hótti Toda í altjóða málskjóting, eins og Allan Mørkøre setir met, hvørja ferð hann fer á vøllin í landsliðsbúnanum. Alt hetta eru spurningar, sum møguliga verða svaraðir komani vikuna. Livst so spyrst.
Hagtøl fyri A-landsliðið í fótbólti
Dystir: 72
Mál: 45
(20 í fyrra hálvleiki, 25 í seinna hálvleiki)
Mál ígjøgnum: 186
Sigrar: 9
Javnleikir: 10
Tap: 53