ÚTISETI
Jón Rói Jacobsen er knæskaddur. Heilt hvussu álvarsamur skaðin er verður staðfest í dag, tá ið Jón Rói skal skannast í Jyllandi. Men sjálvur roknar Jón Rói við, at tað í dag fer at verða staðfest, at krossbandið í øðrum knænum er so mikið illa farið, at tað verður neyðugt við skurðviðgerð og steðgi frá fótbólti í fleiri mánaðir ? kanska í eitt hálvt ár.
Hvussu er hetta komið fyri?
? Tað var undir venjing mikudagin. Eg snaraði mær á, uttan at nakar annar var í nánd av mær. Tað hoyrdist eitt klikk í knænum, og eg small um. Tað var ikki hugsningur um at standa á beininum. Síðani havi eg gingið á høkjum. Hósdagin var eg hjá serlækna, sum heldur til í nánd av Brøndby stadion. Hann kannaði knæið og staðfesti, at tað er krossbandið, sum tað er galið við. Um krossbandið er slitið ella ikki, kundi hann ikki siga við vissu. Tað verður staðfest í sambandi við skanningina, sigur Jón Rói Jacobsen úr danska høvuðsstaðnum.
Men tað ber steðg frá fótbóltsspælinum við sær?
? Nú fáa vit at síggja, hvat teir fara at siga eftir skanningina.Men eg gangi út frá, at tað verður ikki hugsningur um hjá mær at spæla fótbólt í fleiri mánaðir nú. Tá ið talan er um krossbandsskaðar, siga teir, at tað er neyðugt við skurðviðgerð og langari uppvenjingartíð. Tá ið krossbandið er heilt slitið, er neyðugt við nýggjum krossbandi, men eg veit sum sagt ikki enn, hvussu illa skaddur eg eri, sigur Jón Rói Jacobsen, sum ongantíð áður hevur verið plágaður av álvarsligum skaða.
? Tað longsta, sum eg havi verið burtur frá fótbólti orsaka av skaða, hevur verið einir tíggju dagar. So hetta er ein púrasta nýggj støða fyri meg.
Gevur ikki skarvin yvir
Sáttmálaskeiðið hjá Jón Róa Jacobsen og Brøndby IF gongur út á nýggjárinum. Tí kann tað hugsast, at tað var heilt út av lagi óheppið fyri Jón Róa, at tað skuldi verða akkurát nú, at hann varð skaddur. Jón Rói sær upp á hetta út frá tveimum sjónarhornum:
? Tað kann hugsast, at tað ikki styrkir um fyritreytirnar hjá mær fyri víðari samstarvi í Brøndby, at eg ivaleyst ikki verði førur fyri at luttaka í venjingini saman við hinum og at spæla fótbólt næstu mánaðirnar. Leiðlsan í felagnum og eg havi ikki enn tosað saman um møguleikarnar fyri framtíðar samstarvi. Tað var ætlanin at gera tað i næstum. Á hinari síðuni kunnu vit kanska siga, at tað er betri, at skaðin hendi nú, enn tað hevði verið, um tað hevði verið fram ímóti ljósastu tíðini. Tað er kanska frægari at ganga skaddur fram ímóti hávetri, enn tað hevði verið at gingið á høkjum fram ímóti sumrinum.
Skaðin hevur ikki ávirkan á ætlanirnar hjá tær?
? Eg ætli mær undir øllum umstøðum at halda fram at spæla fótbólt uttanlands. Í Brøndby er kappingin ógvuliga stór og tøtt. Eg vóni, at tað fer at bera til hjá mær at halda fram her. Um tað ikki fer at bera til, so rokni eg avgjørt við, at tað fer at bera til í onkrum øðrum felag.
Tú hevur ikki hug at geva skarvin yvir, nú tú vart so óheppin?
? Tað hugsi eg yvirhøvur ikki um. Eg havi gjørt av at royna at gerast yrkisspælari, og eg ætli framvegis at geva mær sjálvum møguleikan at finna fram til, hvat kann spyrjast burturúr, sigur Jón Rói Jacobsen. Tað tykist, at hann hevur sinniliga yvirskotið, sum skal til. Bæði at koma seg eftir skaðan og til at bíða eftir møguleikanum at sleppa framat í fremstu røð.
Jón Rói hevur alla tíðina vant saman við besta Brøndby liðnum. Hesar seinastu vikurnar hevur hann mest sum bara spælt við talent liðnum.
? Tað hevur gingið framúr væl hjá okkum. Tað hevur verið rættuliga hugaligt at spæla saman við so góðum spælarum, men nú verður tað neyvan meiri fótbóltsspæl hjá mær í ár.
Hvat við landsliðnum?
? Tað er ikki minst landsliðið, sum er drívmegin hjá mær. Eg vóni inniliga, at tað fer at eyndast at verða komin heilt fyri seg aftur, tá ið nýggja HM undankappingin verður á skránni, sigur Jón Rói Jacobsen. Í dag er hann í Jyllandi. Knæið verður gjøgnumlýst og kannað. Tað er longu staðfest, at krossbandið er skatt. Í dag fær Jón Rói at vita, hvussu leingi hann skal binda frið, nú hann fyri fyrstu ferð í sínum 20 ára langa lívi er álvarsliga skaddur.