Í dag verður farið undir langa endaspurtin í donsku landskappingini í fótbólti. 19. umfar er á skránni hetta vikuskifti, og í vetrarsteðginum hevur AaB, sum hevur Jón Róa Jacobsen millum spælararnar, verið oddalið. AaB er tvey stig frammanfyri FCK.
Einasti dysturin, sum er á skránni í dag, er tann í Odense millum OB og AaB. OB er á fimta plássi, og avbjóðingin hjá AaB er tískil stór.
Longu undan úttøkuni av landsliðnum, sum í gjár fór til Íslands, var greitt, at Jón Rói Jacobsen ikki var tøkur, tí fyrsta umfarið eftir vetrarsteðgin var á skránni í hesum vikuskiftinum. Men Jón Rói Jacobsen hevur ikki fingið boð til dystin í Odense. Kappingin um plássini er ógvuliga stór, og hesa ferð hevur svenski AaB venjarin, Erik Hamrén, ikki mett, at tað er brúk fyri føroyska landsliðsspælaranum. Jón Rói var annars á vøllinum síðstu tólv minuttirnar, tá ið AaB miktt í síðstu viku í síðsta venjingardystinum vann 3-2 á norska Vålerenga.
Viborg, sum undan fimtan teimum síðstu umførunum er fýra stig frá triði niðasta plássi, fær í morgin vitjan av Esbjerg. Nógvar útskiftingar hava verið í Viborg hópinum, og tað tykist sum um, at Súni Olsen, ið er fluttur frá AaB og til Viborg, verður millum Viborg spælararnar.
Lyngby er niðast í superliguni og átta stig frá at bjarga sær. Tveir føroyskir landsliðsspælarar eru í Lyngby hópinum. Lyngby fer í morgin at spæla á heimavølli ímóti FCK, og bæði Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen hava fingið boð til grannauppgerðina.










