Jón Rói heilt nær gullinum

Fyru fyrstu ferð nakrantíð í søguni hjá SAS-liguni eydnaðist tað ígjár Horsens at fáa stig ímóti FC Keypmannahavn. Talan gjørdist um ein heimasigur uppá 3-2 eftir hálvleiksstøðuna 0-0. FC Keypmannahavn kom annars á odda 1-0 í 54. minutti, men uppá eitt korter vendi Horsens dystinum frá 0-1 til eina 3-1 leiðslu, og tá munaði ikki nógv, at FCK minkaði um munin til 3-2 beint fyri leiklok. Venjarin hjá FCK, norðmaðurin Staale Solbakken viðurkennir, at meistaraheitið er farið, ella sum hann sigur sjálvur: - Tað er farið fyri langari tíð síðani! Staale Solbakken vil kortini ikki lasta sínum spælarum fyri ta kreppu, sum liðið er í: - Eg eri ikki argur inn á spælarnir. Eg eri ikki argur inn á nakran. Síðstu árini hava vit fingið nógv rós fyri okkara fótbóltsspæl, nú fáa vit rís. Men tað tími eg ikki at gremja meg um.

Úrslitið var fagnað norðuri í Ålborg. AaB er nú 9 stig frammanfyri FC Midtjylland, og 10 stig frammanfyri FC Keypmannahavn. 5 dystir eru eftir at spæla í SAS-liguni, og tað skal ganga nógv galið, um liðið hjá Jón Róa Jacobsen ikki gerst danskur meistari.