Tað gekk ein hálvur tími til Serbia kom á odda. Eitt innlegg kom úr høgru síðu, har Jón Rói Jacobsen, trýstur av einum mótstøðumanni, stýrdi bóltinum í málið við høvdinum aftan fyri Jákup Mikkelsen.
Leikgongdin er hin sama. Serbia er so at siga allatíðina á bóltinum, meðan føroyska liðið er á egnari hálvu og roynir at verja fyri.