Føroyski fótbóltsspælarin í AaB, Jón Rói Jacobsen, er í løtuni við drúgvu uppvenjingina eftir krossbandsskaða í knænum. Í gjár var ein serligur dagur hjá Jón Róa, tí tá hann rann aftur fyri fyrstu ferð, síðani hann fekk skaðan.
- Jón Rói royndi at renna heilt spakuliga, og tað gekk fínt, sigur Henrik Bøgvad, fysioterapetur, við heimasíðuna hjá AaB.Tað eru átta vikur, síðani Jón Rói var skurðviðgjørdur, og hann ætlar sær at verða klárur at spæla aftur stutt eftir ársskiftið.