Tað er stórur munur á at vera í brennideplinum í superliguni og so at spæla í danmarksseriuni. Tær síðstu ferðirnar hevur Jón Rói Jacobsen ikki verið við í superliguni, og tí hevur hann verið á næstbesta Brøndby liðnum, sum spælir í danmarksseriuni.
Liðið er mannað við sera stórum fótbóltsevnum, sum allir vóna, at tað fer at verða pláss fyri teimum á besta liðnum. Venjari er Tom Køhlert, sum áður hevur verið venjari í superliguni, og sum tók um endan, tá ið Åge Hareide, sum nú venur Rosenborg, slepti endanum í fjør vár.
Sunnudagin vóru Jón Rói Jacobsen og liðfelagarnir í Esbjerg, har teir vunnu 2?0. Samlaði málmunurin hjá teimum er 25?5, og teir eru á sannførandi ovasta plássi. Men hetta er neyvan nøktandi fyri spælararnar, ið allir miðja eftir besta liðnum.
Leygardagin fer Jón Rói at spæla frammanfyri størri áskoðarafjøld og undir størri trýsti. Tá fer hann at stýra landsliðsverjuni í Skotlandi.
jh