Útisetar
Triðja umfarið í donsku steypakappingini varð spælt mikukvøldið, og her vóru tveir spælarar í føroyska landsliðshópinum í dysti.
Talan kundi eisini verið um ein triðja spælara við tilknýti til føroyskan landslisðfótbólt, men Christian Holst Lamhauge var tó ikki í hópinum hjá Lyngby, tá teir vunnu 3-1 á útivølli móti Holbæk.
Keikti fótin
Jón Rói Jacobsen var sum vant millum teir fyrstu ellivu, tá Frem í sínum dysti vann 2-1 á útivølli móti Vejle. Sigurin var sjálvandi nakað, sum spælararnir fegnaðust um, men við føroyskum eygum var tað ein lítil skelkur, tá Jón Rói noyddist skaddur av vøllinum eitt korter eftir steðgin.
- Eg beklaði hampuliga illa, og fóturin er rættiliga hovin í dag, staðfesti Jón Rói, tá vit hósmorgunin hittu hann á orði.
Og enn tóktist hann ikki vita, hvussu álvarsligan skaða talan var um.
- Enn fái eg einki sagt. Eg skal til fysioterapeut seinnapartin, og so fáa vit at síggja, hvussu hetta fer at spæla av.
Men væntar tú, at talan verður um avboð til landsdystirnar móti Fraklandi og Ísrael?
- Tað vóni eg ikki. Eg havi roynt hetta so oftani fyrr, og tað plagar at vera so, at pínan er ringast fyrstu tveir dagarnir. Eg havi so eisini lært, hvussu tú best bert teg at í slíkum førum, skilt soleiðis, at viðgerðin kann byrja alt fyri eitt. Enn eru eisini 10 dagar til landsdystin, so eg vóni, at tað fer at ganga, staðfestir Jón Rói.
Um dystin sjálvan helt hann annars, at tað gav hópinum eitt veruligt lyft, nú teir teir vunnu á útivølli. Ikki minst, tí sigurin kom til høldar seinastu fimm minuttirnar, eftir at Vejle annars hevði verið á odda.
- Vit hava jú verið í eini heldur óndari ringrás, har vit fleiri ferðir hava mist stig seinastu løtuna. Tí var tað sera týdningarmikið fyri sjálvsálitið, at vit nú fingu ein sigur. Og ikki minst, tá hesin varð tryggjaður í seinastu minuttunum, segði Jón Rói umvegis fartelefonina.
Spælarin, sum kom inn fyri Jón Róa var annars Jónas Þór Næs, sum hevur bitið seg alt fastari í besta hópin hjá Frem, og hartil sat Gunnar Nielsen á beinkinum allar 90 minuttirnar.
Andrew og Fremad úti
Meðan Frem og teir tríggir føroyingarnir fegnaðust, var lagið í botni hjá Fremad Amager. Teir spældu á útivølli móti HIK, og her gjørdist talan um greiðan heimasigur.
Andrew av Fløtum spældi allar 90 minuttirnar fyri Fremad Amager, men sambært heimasíðu felagsins var talan hesa ferð um ein dyst, har liðið als ikki spældi upp til sítt besta.
Soleiðis er Fremad Amager ikki longur partur av donsku steypakappingini, har teir í fjør vunnu seg fram í fjórðingsfinaluna.