Jón Rói er næstan meistari

Føroyski verjuspælarin spældi seinastu løtuna av dystinum, tá AaB við 3-1 sigri móti AGF spældi seg enn nærri DM-heitinum

Fótbóltur

 

Tað kann næstan ikki kiksa hjá AaB og Jón Róa Jacobsen.

Eftir 3-1 sigurin móti AGF í gjárkvøldið vanta bert fýra stig, áðrenn AaB hevur matematiska vissu fyri gullinum. Og við fýra umførum eftir at spæla munnu kappingarneytarnir hava givið alla vón um at fanga AaB aftur upp.

AGF var annars liðið, sum kom betur frá fyrra hálvleiki av dystinum hósdagin. Og tá Jeremiah White legði heimaliðið á odda, kundu onkur óttast, at tey so væl kendu gummibeinini komu á vitjan í Aalborg.

Men við tveimum málum frá Jeppe Curth og einum frá Thomas Enevoldsen fekk AaB snarað dystinum til egnan fyrimun. Og tað gjørdi tað ikki truplari í so máta, at AGF fekk Dioh Williams riknan av vølli beint fyri steðgin.

Hóast venjarin hjá AaB, svenski Erik Hamrén, fegnaðist um sigurin, so vil hann enn ikki hoyra nakað tos um, at lið hansara hevur tikið DM-gullið.

- Sjálvandi dugi eg at rokna, so gullið er nærri nú, enn tað var undan dystinum. Og vinna vit tær báðar næstu ferðirnar, so eru vit meistarar, segði hann við donsku miðlarnar eftir dystin.