List
Hann hevði sína fyrstu málningaframsýning, tá hann var umleið 20 ára gamal. Nú hann er 46, er hetta sjeyndu ferð, hann alment sýnir fram sína list. Í 2002 gekk hann listaskúla í Holdbæk.
Klokkan 14 í dag læt Jón Magnus Joensen upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Á framsýningini hevur hann 40 málningar við motivum úr náttúruni uttan fyri bøgarðarnar, um vit so kunnu siga.
- Hesaferð havi eg valt ikki at taka bygdaløg við, men havi bevíst lagt meg eftir at mála tað, sum leggur uttanfyri bøgarðarnar.
Jón Magnus sigur, at umleið helmingurin av teimum 40 málningunum eru av ymiskum landsløgum her úr umhvørvinum í Suðurstreymi, meðan hin helmingurin meira eru hugmyndir úr náttúruni.
Málningarnir hjá Jón Magnusi Joensen eru litfagrir, og stílurin er lættur og livandi.
Hann málar við akryl, og sjálvur sigur listamaðurin, at hann hevur brúkt umleið eitt hálvt ár til at mála málningarnar til hesa framsýningina.
Málningaframsýningin í Smiðjuni í Lítluvík er opin vanligar dagar umframt sunnudagin frá klokkan 14-19, og leygardagin frá klokkan 10-19.
Framsýningin hjá Jón Magnusi Joensen er opin til og við komandi týsdag.